Móttøka fyri Búgva

Búgvi Poulsen hevur heilt frá barnsbeini verið millum drúgvastu ítróttarfólk okkara, og herfyri setti hann krúnuna á verkið við at gerast Europameistari í judo fyri veterantar í bólki M5 (menn 50-54 ár) og vektbólki -81 kg, skrivar Judo Føroyar.

 

Í hesum smbandi skipar Judo Føroyar fyri móttøku í Høllini á Hálsi, judohølunum í kjallaranum, mánadagin 11. juli 2022, frá kl. 17.30, har øll eru vælkomin at heilsa upp á Búgva.