Mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir undan nýggjárinum

Bæði Italia og Lettland hava spælt tveir venjingardystir sum fyrireiking til HM-undanundankappingina, ið verður í Føroyum um tvær vikur

Um ikki korona spillir spælið verður ein spennandi HM-undanundankapping í høllini á Hálsi í Havn, dagarnar 14. til 16. januar, har Føroyar, Italia, Lettland og Luksemborg skulu kappast um hvørji tvey av hesum fýra liðunum vinna seg víðari til høvuðs-HM undankappingina.

 

Um jólini hava Italia og Lettland ikki ligið á løtu síðuni, men hava spælt tveir venjingardystir undan nýggjárinum. 

 

Italia sum verður mett at vera tað sterkasta liðið av teimum fýra sum skulu kappast í Føroyum um tvær vikur vann stórsigur 35-25 (19-9) á Belgia, og tapti tepurt 31-32 (18-15) fyri Saudi Arabia.

 

Lettland vann 27-22 (14-9) á Estlandi, og leikti javnleik 29-29 (14-12) móti Litava.

 

Eftir tí sum frættist frá hondbóltskønum er Italia favorittur til at vinna bólkin, og so verður stríðið um annað plássið millum Føroyar og Lettland.

 

FM1 sigur sjálvandi frá øllum trimum dystunum Føroyar spæla í kappingini.