Mótstøðuleikari vildi taka selfie við Messi

Tað eru ikki bara viðhaldsfólk, sum vilja hava mynd saman við Messi

Herfyri leikti Lionel Messi sín landsdyst nummar 100 fyri Argentina. Hetta var í dysti ímóti Jamaika, sum Argentina vann 1-0. Í sjálvum sær var dysturin ikki nógv at reypa av, men tað er í størri mun tað, sum hendi beint aftaná dystarlok, ið fær alheimsumrøðu í hesum døgum.

 

Helst er Lionel Messi vanur við at verða biðin um at taka myndir við fjepparum av ymsum slagi. Men leygarkvøldið var tað ein mótstøðuleikari, ið vildi hava ein mynd saman við Messi á avrikslistan. Dysturin var ikki meira enn floytaður av, tá ið Deshorn Brown hjá Jamaika stóð klárur á vøllinum við sínari telefon og vildi taka sjálvsmynd við Messi. Messi sá bilsin út, men var kortini fúsur at stilla upp til mynd.

 

Sjálvsama og óvanliga hendingin kann síggjast her.