Mótstøðan hjá KÍ lendir ikki til tíðina

Champions League: Flúgvarin við ferðalagnum hjá Bodø/Glimt er útsettur til í kvøld

Veðrið argar, og tað gongur eisini út yvir Champions League. Í annaðkvøld klokkan 19 skal KÍ taka móti norska meistaraliðnum Bodø/Glimt, men ferðalagið hjá Bodø/Glimt er ikki lent eftir ætlan, sum var um middagsleitið í dag. Fyribils er flúgvarin útsettur til klokkan 19.30 í kvøld.

 

Norðlýsið siterar norskar miðlar fyri at siga, at um flogfarið ikki er farið úr Norra í morign klokkan 10, so verður ongin dystur á hesum sinni, tí liðið skal spæla aftur leygadagin í norsku landskappingini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at mjørki og annað ávirkar altjóða dystir hjá KÍ. Kendasta dømið er dysturin móti Slovan Bratislava í 2020, tá korona rakti hópin hjá slovensku meistarunum. Norðlýsið nevnir eisini dystirnar móti Zalgiris í 2018 og RFS Rigas í fjør. Í báðum førum mjørki orsøkin.

 

Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0, og stórfavorittur at koma víðari. Óiva vil venjarin hjá Bodø/Glimt, Kjetil Knutsen, gjarna fáa dystin avgreiddan eftir ætlan.