Motorvegurin, ið gjørdist til blindveg

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni Tjóðveldisfloksins
????
Nú fólkatingsval skjótt er í hondum hava nakrir flokkar lagt fram valskrá sína. Sambandsflokkurin var fyrstur, og ikki óvæntað er høvuðsevni Sambandsfloksins, at hesin flokkur vil seta í verk Nýskipanaruppskot sítt, ið sigst at verða ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark. Veruleikin er, at tað er sera trupult at finna nakra nýskipan í hesum uppskotið, og tað sum verri er, er at hetta uppskot Sambandsfloksins bindir Føroyar enn meira niður enn heimastýrislógin ger.

Hvar er nýskipanin í Nýskipanaruppskotinum?
Heitið Nýskipanaruppskot ber boð um nýskipan, men tá umræður hetta uppskot Sambandsfloksins, so ber snøgt sagt ikki til at finna nakra nýskipan.
- Kongshúsið, Grundlógin, Uttanríkismál, Verjumál, Gjaldoyra og Rættarskipanin skulu verða felagsmál, men harumframt staðfestir Nýskipanaruppskotið, at nevndu mál IKKI skulu kunna yvirtakast av føroyingum.
-Danski ríkisborgaraskapurin skal varðveitast ? eins og nú.
-Danska fólkatingsumboðanin skal varðveitast ? eins og nú.
-Onnur málsøki skal heimastýrið hava møguleika til at yvirtaka ? eins og nú.
-Gjaldskylda fylgir við yvirtøkuni ? eins og nú.

Uppskot Sambandsins: Rættarmál og uttanríkismál skulu IKKI kunna yvirtakast.
Hetta uppskotið er sambært Sambandsflokkinum ein nýskipan og sum tikið verður til á teirra heimasíðu: ?motorvegurin? inn í framtíðina. Og hetta má undra mangan. Tí sum nevnt, so fer hetta uppskotið longur á sambandsleið enn heimastýrislógin. Størsta nýskipanin er, at uppskotið staðfestir, at ein røð av málum IKKI skulu kunna yvirtakast ? eitt nú rættarmál, ið føroyingar undir undanfarnu samgongu fyrireikaðu seg til at taka aftur til Føroya.
Verandi heimastýrislóg staðfestir onki um, at møguligt IKKI er at yvirtaka nøkur málsøki. Hetta vil til eina og hvørja tíð verða upp til politiska myndugleikan at avgera. Eitt nú eru málsøki yvirtikin ? Skipaeftirlitið og Havumhvørvið ? ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini. Arbeitt varð somuleiðis við at yvirtaka løgregluna og rættarskipanina undir undanfarnu samgongu. Men hetta arbeiðið hevur núverandi samgonga steðgað. Leggjast kann afturat, at í valskrá Sambandsfloksins til fólkatingsvalið verður enntá staðfest, at: ?Sambandsflokkurin sær samgonguskjalið hjá verandi samgonguflokkum, sum eitt gott amboð at nýta, fyri at seta Nýskipanaruppskotið í verk?. So vita vit tað.

Føroyski uttanríkispolitikkurin rekast úr Brússel ?
Nýggjasta ætlanin hjá Sambandsflokkinum er, at taka fult undir við at føroyskur uttanríkispolitikkur skal umsitast og stjórnast í Brússel ? hjá ES myndugleikum. Eisini hetta metur flokkurin verða til gagns fyri føroyingar. Tykist sum sambandshugsjónin er grundað á, at onnur ? tvs. myndugleikar í Danmark og ES ? eru betur til at umsita grundleggjandi føroysk mál, enn føroyingar sjálvir.

Motorvegurin, ið gjørdist til blindveg
Sum væntað má staðfestast, at tann skipan, ið Sambandsflokkurin kallar ?motorvegur? í veruleikanum er ein ?blindvegur?. Tí verður Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins fylgt og staðfest, so koma føroyingar ikki at fáa møguleika fyri at koma víðari á sjálvbjargnisleið ? og als ikki tá umræður eina røð av týðandi og grundleggjandi málum, so sum rættarskipan, trygdarmál og uttanríkismál Føroya, ið verða flutt til ES at umsita ? stendur tað til Sambandsflokkin.
Tá heldur velja ein veruligan ?motorveg? inn í framtíðina ? ein veg, ið leiðir fram ímóti viðurkenning, vøkstri og virðing - ein veg, ið gevur okkum fulla ábyrgd av egnum landi.
Hesum vegi fer Tjóðveldisflokkurin at slóða fyri á Fólkatingi.

Les meira á heimasíðu míni: www.hafoss.com