Motortrupulleikar ikki orsøkin

Einki bendir á, at tað vóru trupulleikar við motorunum, sum vóru orsøk til miseydnaðu lendingina hjá einum flogfari í San Francisco leygardagin.

Tað sigur flogfelagið, Asiana Airways, sum átti flogfarið.

Tveir kinesiskir tannáringar lótu lív í vanlukkuni og eini 180 fólk fingu løstir, harav tað hjá fleiri teirra stendur heilt illa til.

Ein navigatiónsskipan, sum skal hjálpa flogskiparunum at lenda trygt, var slett ikki tendrað, tá flogfarið lendi so illa, at halin varð skræddur av og tað fór skreiðandi eftir breytini og útav, umframt at eldur kom í.

Navigatiónsskipanin skal serliga hjálpa flogskiparunum at lenda, tá veðrið og sýnið eru vánalig, men tað var klárt í veðrinum og sólskin í San Francisco, tá flogfarið gjørdi miseydnaðu lendingina.