Motorsúkklur rent saman á Vestmannavegnum

Í løtuni er ferðslan á Vestmannavegnum tarnað, tí tvær motorsúkklur hava rent saman.

 

Av politistøðini í Havn sigur vakthavandi, tey vita ikki enn, hvussu umfatandi skaðin er. Men fólk á staðnum siga, at talan er um tvær motorsúkklur sum hava rent saman, og at sjúkrabilur er á veg.

 

Tveir politibilar eru farnir úr Havn til Vestmannavegin.