Tølini hjá Akstovuni fyri søluna av nýggjum akførum, í tíðarsekeiðnum januar februar 2006, vísa ein týðuligan vøkstur í søluni av persónbilum, vørubilum og motorsúkklum
Akfør
Í fjør vóru seldir 158 persónbilar í mun til 220 í ár - ein vøkstur upp á næstan 40 prosent.
Vørubilarnir høvdu ein vøkstur upp á yvir 90 prosent við 48 í mun til 25 í fjør.
Størsta vøkstrinum í prosentum standa motorsúkklurnar fyri, har vóru 21 seldar í mun til eina í fjør.
Tilsamans var vøksturin í søluni av nýggjum akførum teir fyrstu tveir mánaðirnar íár upp á 61 prosent við 130 fleiri seldum akførum í mun til í fjør.