MC-Sølan á Norðasta Horni er tann fyritøkan, ið hevur selt flest motorsúkklur í ár. Anders Berg, sum eigur og rekur MC-Søluna, sigur, at sesongin fyri motorsúkklukoyring er frá apríl til oktober. Hesa tíðina er nógv at gera við eftirliti og umvæling av motorsúkklum, serliga um várið, tá motorsúkklueigararnir vilja hava súkklurnar klárar. Tá er ofta so nógv at gera, at vit klára ikki at taka ímóti øllum, sigur Anders.
Hann heldur, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri báðar partar, motorsúkklueigaran og verkstaðin, um súkklurnar heldur komu til tey ymisku eftirlitini um veturin, so tær eru klárar at taka í brúk, tá summarsesongin byrjar.
Ein motorsúkkla krevur ymisk viðlíkahald, sum t.d. at stilla ventilar og at skifta olju og filtur. Bremsiveskan skal helst skiftast einaferð um árið. Alt eigur at vera í lagi, tá sesongin byrjar, so eigarin fær mest møguliga gleði av súkkluni.
MC-Sølan umboðar motorsúkklumerkini Suzuki, Kawasaki og Ducati. Men fyritøkan serviserar tó flest øll sløg av motorsúkklum.
MC-sølan selur eisini trygdarútgerð. Her er talan um t.d. ryggverjur, hjálmar, stivlar, handskar og draktir. Klæðini eru t.d. frá finsku Rukka og MP-Asu, og ensku Frank Thomas. Eisini hevur MC-Sølan dekk av merkjunum Metzler, Pirelli og Michelin til allar súkklur.