Motorsúkklur oyðileggja hagan

Koyring við motorsúkklum í haganum geva greflig arr í náttúruna

Koyring við motorsúkklum í haganum geva greflig arr í náttúruna

 

– At koyra motorsúkklu í haganum er óivað bæði stuttligt og spennandi. Men tíanverri fer slík koyring sera illa við haganum.

 

Tað skrivar Umhvørvisstovan, sum vísir á, at slík skilaleys koyring er brot á á náttúrufriðingarlógina.

 

– Lendið hevur langa tíð um at koma fyri seg, og grefligu arrini í lendinum síggjast í áravís. Eisini órógvar slík koyring náttúruna og styggir fuglin, skrivar Umhvørvisstovan, sigur sigur, at neyðugt er at fáa skipað viðurskifti fyri koyring við motorsúkklum og øðrum motorakførum.

 

– Helst er tørvur á at gera breytir til motorsúkklur o.a. at koyra á, heldur Umhvørvisstovan.

 

Á netinum eru nógvar upptøkur, sum vísa skilaleysa og ólógliga koyring í haganum.

 

Vit at trýsta á pílin á myndini sæst eitt dømi um slíka skilaleysa koyring.