Leygardagin 4. september skipar áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri MC-Boogie í Suðuroy.
Ætlanin var annars at hava tiltakið á Sandoynni í ár, men orsakað av ávísum trupulleikum í samband við fyriskipan, og at Føroya MC hevði ætlanir um ein Suðuroyartúr í ár, valdu vit at sláa hesi bæði tiltøk saman. Vónandi kann so MC-Boogie verða í Sandoy komandi ár.
? Tiltakið í Suðuroy í fjør var so mikið væleydnað, at vit halda, at tað saktans kann endurtakast.
Tað er kanska onkur, ið ikki rættiliga veit, hvat eitt MC-Boogie er fyri nakað.
Hertil kann sigast, at tað í stuttum er at mc-áhugað koma saman ein dag til sosiala samveru og felagskoyring, og síðan til eina felags veitslu um kvøldið, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Sum vant er MC-Boogie fyri øll mc-áhugað uttan mun til, um tú ert limur í nøkrum felagsskapi ella ikki.
Fyrstu ferð skipað var fyri MC-Boogie var í 1999, tá ið Føroya Ellisakfør hevði vitjan av útlendskum mc-gestum.
Síðan er hetta vorðið eitt afturvendandi tiltak. Eftir at felagið Føroya MC varð stovnað, hava verið tvey tiltøk um árið, har Føroya MC stendur fyri ørðum og Føroya Ellisakfør fyri hinum tiltakinum. Sambært siðvenjuni er fyrra MC-Boogie 1. vikuskifti í mai og seinna 1. vikuskifti í september.
Sum áður nevnt verður tiltakið hesaferð í Suðuroy.
Fyri luttakarar norðan fyri Suðuroyarfjørð byrjar tiltakið kl. 10.00, tá ið silgt verður við Smyrli til Drelnes, har luttakarar úr Suðuroy taka ímóti.
Hagani verður koyrt runt í oynni restina av seinnapartinum.
Um kvøldið verður skipað fyri veitslu á Gistingarhúsinum við Á í Øravík. Aftaná verður almennur dansur á staðnum.
Meiri fæst at vita um tiltakið á heimasíðuni hjá Føroya Ellisakførum (www.ellisakfar.com), siga Føroya Ellisakfør í tíðindaskrivi.










