Motorsúkklur hittast í Sandoynni

Leygardagin 3. september verður innrás av motorsúkklum í Sandoynni, tí tá skipa Føroya Ellisakfør, saman við ungmannafelagnum Samljóð í Skopun, fyri MC-Boogie í Sandoynni

MC-Boogie kallast tað, tá motorsúkkluáhugað hittast til sosiala samveru og fe-lagskoyring á motorsúkklum, og síðani halda veitslu um kvøldið. Hetta tiltakið hevur verið afturvendandi síðani 1999. Føroya Ellisakfør siga í tíðindaskrivi, at tiltakið er fyri øll mc-áhugað, uttan mun til, um tú ert limur í nøkrum felagskaði ella ikki.
Tiltakið var fyrstu ferð skipað í 1999 í sambandi við, at Føroya Ellisakfør hevði vitjan av útlendskum mc-gestum.
Síðan er hetta vorðið eitt afturvendandi tiltak.
Eftir at felagið Føroya MC varð stovnað, hava verið tvey tiltøk um árið, har Føroya MC stendur fyri øðrum og Føroya Ellisakfør fyri hinum tiltakinum. Sambært siðvenjuni er fyrra MC-Boogie fyrsta vikuskiftið í mai og seinna 1. vikuskiftið í september.
Møtt verður á middegi við felagshølið hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond í Havn.
Hagani verður koyrt til ferjuleguna á Gomlurætt.
Tá ið komið er til Skopunar, verður koyrt runt í oynni restina av seinnapartinum.
Um kvøldið verður skipað fyri veitslu í Skopun.
Meiri fæst at vita um tiltakið á heimasíðuni hjá Føroya Ellisakførum
(www.ellisakfar.com).