Tann 6. og 7. september eru væntandi væl fleiri motorsúkklur at síggja á vegunum í Suðuroynni, enn vanligt er.
Á heimasíðuni hjá Føroya Ellisakførum sæst, at Føroya MC Boogie 2003 II verður í Suðuroynni hesar dagarnar. Tað merkir, føroyskir motorsúkklukoyrarar hittast til henda túr, og hesaferð liggur leiðin suðureftir.
Neyv skrá er at síggja á heimasíðuni www.ellisakfar.com . Farið verður við Smyrli klokkan 10 leygarmorgunin. Í Suðuroynni verður vitjað á Tvøroyri og Famjin og seinnapartin verður farið til Vágs og bygdirnar í syðru helvt. Steðga verður á Vágseiði klokkan 15 og í Sumba verður vitjað klokkan 16. Steðgur er í Akrabergi, har koyrararnir fáa sær ein kaffimunn. Síðani verður farið um Hestin og klokkan 18 verður farið til Øravíkar, har haldast skal til.
Á kvøldi er veitsla, sonevnt bikerparty, har Headache Blues Trio spælir eftir borðhald.
Sunnudagin vitja ?bikararnir? neystið hjá Naddoddi og seinnapartin klokkan 15:30 verður vitjað í Hvalba og Sandvík og síðani aftir til Drelnes klokkan 16:30. Sostatt hava suðuroyingar høvi at síggja motorsúkklur í hópatali um vikuskiftið og óivað er onkur Harley Davidson teirra millum. Hetta hevur óivað áhuga hjá onkurum, nú henda súkklan, sum sigst bera av øllum, hevur 100 ár á baki í ár.