Motorsúkklur er teirra fremsta frítíðarítriv

Tveir av plátusmiðunum og lakkerarunum hjá Reyni Service, Magnus Pauli Udbø og Eyðstein Jacobsen, hava keypt sær hvør sína stóra Kawasaki motorsúkklu. Teir halda, at tað er alt ov dýrt at skráseta súkklurnar í Føroyum

Teir elska motorsúkklur, Magnus Pauli Udbø og Eyðstein Jacobsen, sum báðir eru plátusmiðir og lakkerarar hjá Reyni Service.

Teir hava keypt sær hvør sína stóra Kawasaki motorsúkklu brúkta úr Týsklandi gjøgnum ein danskan millumhandlara.

Súkklan hjá Magnus Paula er ein Kawasaki VN-1500 Tourer frá 1998, hon hevur koyrt 33.000 km, meðan tann hjá Eyðsteini er ein Kawasaki VN-1500 Classic frá 1997, ið hevur koyrt 13.000 km.

Motorsúkklur eru teirra fremsta frítíðarítriv, og teir gleða seg til at koyra við teimum í summar. Súkklurnar eru lítið brúktar og síggja út sum nýggjar.

Hóast teir eru sera væl nøgdir við súkklurnar, harmar tað teir, at súkklurnar kosta næstan tríggjar ferðir tað, sum tær eru keyptar tær fyri, tá tollur og avgjøld er goldin í Føroyum.