Atgongumerki er ókeypis, og er harafturat ein lutaseðil til nakrar vinningar, sum vera drignir sunnukvøldið kl. 17.30.
Á framsýningini verða hesir framsýnarar: MC-Sølan - AD-Import – Autoshine - HD.fo – Norðbil - Føroya-Shell.
Umframt hesar framsýnarar er ætlanin at fáa eitt breitt úrvæl av ymiskum áhugaverdum súkklum við á framsýningina. Talan verður bæði um nýggjari og eldri motorsúkklur, ið privatpersónar eiga.
Á framsýningini verður eisini møguleiki at keypa kaffi og okkurt afturvið; borð og stólar verða sett upp, og eisini verður okkurt forvitnisligt á pallinum.
Ætlanin við tiltakinum er fyrst og fremst at motorsúkklu-handlarnir kunnu vísa fram, hvat ið verður at fáa av motorsúkklum í 2007.
Hugskotið við at savna eitt breitt úrvæl at motorsúkklum hjá privatfólkum, er bæði at vísa ymiskar súkklur fram, men eisini at geva fólki, sum hugsa um at keypa eina motorsúkklu, møguleikan at síggja og kanska tosa við ein, sum eigur eina líknandi súkklu, sum tey kundu hugsað sær.