Leygarkvøldið 2. november skipar áhugafelagið Føroya-MC fyri almenum dansi í róðrarnestinum á Argjum. Tað verða teir vælumtóktu Twilight, sum fara at spæla til dansin.
Róðrarneystið á Argjun er rúmligt og væleydnað til dans, borð og stólar verða settt upp, og møgileiki verður eisini at fáa okkurt leskandi.
Føroya-Mc er áhugafelag, felagið var stovnað í 2000, og er endamál felagsins at røkja áhugamál hjá motorsúkkluáhuganum í Føroyum. Hetta er millum annað at skipa fyri felagstiltøkum og arbeiða fyri betri trygd og skilakoyring. Felagið gevur eisini eitt út blað, har dentur millum annað verður lagdur á at hava tilfar um viðlíkahald og trygd.
Slík arbeiði kostar pengar og roynir felagið at útvega fígging til hetta á ymiskan hátt. Og dansitiltakið 2. november er ein liður í hesum arbeiði.