Á motorsúkklu á Bátastevnu

Leygardain 19. mai verður MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugað, ið Føroya-MC skipar fyri. Tiltakið hevur verið afturvendandi á hvørjum ári síðani ár 2000, og hevur tað verið mett sum startskotið til motorsúkklusesongina. Í fjør gekk túrurin til Gásadals, har 100 motorsúkklur vóru við, og í ár gongur leiðin til Selatraðar.

Tiltakið er skipað soleiðis, at motorsúkklurnar møtast á Magnstøðini við Ringvegin í Havn klokkan 11, har møguleiki verður at fáa eitt prát við aðrar motorsúkklukoyrarar, áðrenn sjálvur túrurin byrjar.

Klokkan 12 verður farið avstað - fyrst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður norðureftir.

Fyrsti steðgurin verður við Streymin, og síðani verður koyrt til Selatraðar, har ein steðgur verður við einum drekkamunni og onkrum til matna, umframt at okkurt undirhald eisini verður á skránni.

Túrurin endar í Vestmanna, har Bátastevna er á skránni.

– Øll eru vælkomin at vera við, siga fyriskipararnir, sum vóna at síggja nógvar motorsúkklur, og at tey fáa ein góðan dag.