Motorsúkklan fór í knús

Ein motorsúkkla rendi á ein persónbil millum rundkoyringina og bergholið í Leynum. Hetta hendi um hálvgum fimm sunnudagin.

Av løgreglustøðini í Havn frættir Portalurin, at maðurin á motorsúkkluni fór á skaðastovuna í Havn við einum brotnum armi. Hann var væl skøddur, men motorsúkklan fór í knús, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.