Motorsúkkla fór í tvey

Eitt ferðsluóhapp var í Havn fríggjamorgunin. Løgreglan fekk fráboðan um óhappið beint eftir klokkan hálvgum tíggju. Talan var um eina motorsúkklu og ein vøruvogn, ið rendu saman við skrivstovuna hjá Strandferðsluni yviri við Strond.
Vøruvognurin koyrdi út fyri motorsúkkluna, ið rendi beint inn í síðuna á vøruvogninum. Førarin á motorsúkkluni bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið, tí illgruni var um, at hann hevði slitið eitt liðband í vinstra knæ. Motorsúkklan fór fullkomiliga í knús, og hon fór í tvey.
Vøruvognurin fekk lítlan og ongan skaða, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.