Motorola hermir eftir iPhone X

Tað er ikki ringt at síggja, hvar íblásturin til nýggju P30 snildonina er komin frá

Motorola er í tungum sjógvi á nógvum altjóða tøkni-miðlum í hesum døgum. Fyritøkan er júst komin við nýggju snildfonini, Motorola P30, og um mann ikki visti betur, so skuldi mann trúð, at tað var ein iPhone X.

 

Nýggja P30 telefonin fær nógvar miðlar at umtala telefonina sum eitt “rip-off” av iPhone X hjá Apple. 

 

Líkheitirnar eru staðsetingin av búmerkinum á baksíðuni, hakkið í toppinum av skerminum, startskermurin, dupulta myndatólið og annars bara allur formurin, ið líkist nógv.

 

Tað er Lenovo, ið eigur Motorola nú, og stóra fyritøkan er í ferð við at byggja gamla Motorola-merkið upp á nýggjum. Hetta gera tey m.a. við at framleiða bíligar Andorid snildfonir. 

 

Í løtuni er Motorola P30 einans tøk á kinesiska marknaðinum, og tað er ikki kunngjørt, nær hon kemur til Evropa. 

 

Á myndini omanfyri sæst ein iPhone X til vinstru og ein Motorola P30 til høgru.