Motormagasinet vitjaði Sosialin

Blaðstjórin á danska fakblaðnum Motormagasinet, Michael F. Nørfelt, vitjaði í Føroyum í síðstu viku saman við starvsfólkum og leiðslu í FTZ Autodele & Værktøj, sum vóru her í sambandi við vøru- og fakmessuna hjá FTZ.

Motormagasinet er tað einasta av sínum slagi í Danmark. Motormagasinet er ein avís, sum er fakblaðið hjá donsku bilbransjuni. Blaðið, sum kemur út einaferð um vikuna, verður prentað í umleið 12 túsund eintøkum.


Umframt at skriva um nýggjheitir í donsku bilbransjuni, er Motormagasinet eisini við til altjóða bilaframsýningar, eins og teir skriva um og royndarkoyra nýggjar bilar. Blaðið hevur eisini lesarar í Føroyum.


Michael F. Nørfelt, sum áður hevur verið í Føroyum og m.a. skrivað um føroysku bilbransjuna, sigur, at teir hava stóran áhuga fyri tíðindum úr Føroyum.


Útgevari av Motormagasinet er Aller Business, sum er partur av stóru donsku Aller-konsernini.