Motorbrek orsøk til streymslit

SEV-stjórin kann ikki siga nær streymurin kemur aftur.

Trupulleikar á Sundsverkinum er orsøkin til, at havnarfólk, kollfirðingar, hósvíkingar og sandoyingar o.ø. fyri løtu síðan mistu streymin. Tað upplýsir Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.


- Tað eru tveir motarar á Sundsverkinum, ið eru koplaðir frá. Okkurt tekniskt er á vási, ið ger at teir vóru í vanda fyri, at ov nógv trýst kom á. Tí hava teir kobla frá.


Stjórin upplýsir, at streymurin er farin á Sandoynni og á vestara partinum av Suðurstreymi.


- Fleiri fólk arbeiða í løtuni við at finna feilin og fáa streymin aftur. Óvist er enn nær streymurin kemur aftur, sigur stjórin í SEV.