Motorbrek í Dreamliner-flogførum

Loftferðslumyndugleikarnir í USA krevja nú, at tveir tilburðir við teimum nýggju Dreamliner-flogførunum hjá Boeing verða kannaðir. Tann fyrri tilburðurin var í Japan í næstsíðstu viku, og tann seinni var á flogvøllinum í Charleston í South Carolina um vikuskiftið, tá "okkurt" datt úr einum motori á einum flogfari, sum gjørdi nakrar royndir á vøllinum.

Loftferðslumyndugleikarnir hava nú biðið Boeing og General Electric kanna, hvat tað var, sum hendi, skrivar blaðið Seattle Times. General Electric hevur gjørt motorarnar til Boeing 787, sum Dreamliner-flogfarið eitur.

Enn eru tað bara ANA og Japan Airlines, sum brúka Boeing 787, men fleiri flogfeløg, teirra millum norska felagið Norwegian. hava bílagt fleiri flogfør av hesum slagnum, skrivar NRK.