Í Sosialinum leygardagin 4. mars 1989 er ein lýsing hjá Nýggja Bókhandli í Havn, har Óli P hevur gjørt hesa tekning við Motor Óla, sum tosar í eina Motorola telefon, meðan hann er á fjalli. Tekningin vísir hvussu stórar tær fyrstu fartelefonirnar vóru.
Motorola er ein amerikonsk fyritøka, sum varð sett á stovn í Chicago í 1928 og byrjaði at framleiða battaríir. Seinni fóru teir undir framleiðslu av radio til bilar, sjónvarp, tráleysar telefonir o.l. Motorola er í dag ein multinational telekommunikationfyritøka við høvuðssæti í Schaumburg í Illinois.