Motor 100 ár

28. apríl vóru 100 ár liðin síðan FDM limablaðið Motor kom út fyrsta ferð leygardagin 28. apríl 1906





Hetta vóru trý ár áðrenn felagsskapurin FDM (Forenede Danske Motorejere) var stovnaður í 1909.
 
Í Motor verða nýggir bilar royndarkoyrdir, bæði í Danmark og í útlandinum, eisini verða og motorsúkklur og onnur akfør royndarkoyrd. Í hvørjum blað eru eisini frásagnir um ymisk ferðamál kring knøttin.
 
Í Danmark hava FDM nógv ymisk tilboð til bileigarar og onnur. Teir hava t.d. koyriteknisku royndarbreytina Jyllandsringen, ferðaskrivstovur og kampinpláss kring alt landið, juridiska og tekniska ráðgeving, og støðir har limirnir kunnu fáa bilarnar eftirhugdar og testaðar.   
 
Felagsskapurin hevur yvir 200.000 limir. Eisini í Føroyum hevur FDM fleiri limir. Onkuntíð hevur talið verið uppi á umleið 1.800 limum.