Leygardagin verðru almenn mótmælisgonga á Vaglinum í Havn ímóti framferðini, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, stendur á odda fyri í sambandi við ætlanina at gera Eysturoyartunnilin
Tað eru Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ung, sum skipa fyri mótmælisgonguni, saman við fakfeløgum og vinnufeløgum, skrivar Norðlýsið.
Regin Winter Poulsen frá Unga Tjóðveldi sigur við blaðið, at tey ætla ikki at mótmæla nakrari ávísari tunnilsætlan.
Endamálið er at mótmæla tí avmontering av fólkaræðinum sum landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur staðið á odda fyri, sum hann málber.
Sipað verður til allar loynidómarnar í sambandi við Eysturoyartunnilin.
- Talan er um eina milliardíløgu sum fær stóra ávirkan á samfelagið, men viðgerðin hevur fyri stóran part verið í loyndum og er hetta ein beinleiðis hóttan móti fólkaræðinum.
Mótmælisfólkini halda, at tá ið verkætlanir, sum hesar, skulu fremjast, er avgerðandi, at almenningurin hevur atgongd til týðandi upplýsingar soleiðis at til ber at hava eitt væl grundað alment kjak.
Tey mótmæla eisini, at landsstýrið ikki lurtar eftir fakligu ráðgevingini.
Í hesum sambandi verður víst til grein aðrastaðni á www.in.fo, har vit avdúka viðmerkingar og atfinningar hjá umsitingini í Landsstýrinum í sambandi við Eysturoyartunnilin, men sum ikki eru komnar undan kavi fyrrenn nú í kvøld.









