Mótmælisfólk til Hoyvíkar at mótmæla

- Felagsskapirnir skulu ikki órógva ólavsøkuna. Tí hava vit sett eitt øki á Karlamagnusarbreyt av til endamálið. Har kunnu tey so mótmæla

Nú umhvørvisfelagsskapir hava í umbúna at vísa sína ónøgd við grindamentanina í Føroyum á ólavsøku, hevur løgreglan í samstarvi við Tórshavnar kommunu boðað felagsskapunum frá, at fólkini skulu verða vælkomin at mótmæla. Men tey sleppa ikki at órógva ólavsøkuna.

 

 

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu í dag. 

 

 

 

Felagsskapirnir hava sent løgregluni umsókn um at sleppa at mótmæla framman fyri tinghúsinum ólavsøkudag millum kl. 11-14. Men hetta góðtekur kommunan ikki. Ferðslan er munandi broytt á ólavsøku, og tí meta myndugleikarnir ikki, at trygdin er í lagi, verður mótmælistiltak í miðbýnum á ólavsøku. Tí fáa felagsskapirnir boðið annað stað í kommununi at mótmæla.

 

 

 

Fyri ikki at darva ferðsluni og varðveita høgu trygdina á ólavsøku, hava løgreglan og Tórshavnarkommuna í felag funnið eitt øki á Karlamagnusarbreyt, har felagsskapirnir kunnu vísa sína ónøgd við føroysku grindamentanina.

 

 

 

Støðan hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu er púra greið.

 

 

 

- Felagsskapirnir skulu ikki órógva ólavsøkuna. Tí hava vit sett eitt øki á Karlamagnusarbreyt av til endamálið. Har kunnu tey so mótmæla, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

 

 

Nógv fólk er savnað í miðbýnum á ólavsøku. Og kommunan nýtir á hvørjum ári nógva orku at samskipa trygdina, ferðsluna og tey mongu tiltøkini sum heild.

 

 

 

Ólavsøkudag fyri middag er kirkjugongd. Síðani verður tingið sett og stóra ólavsøkukórið syngur á Tinghúsvøllinum