Álitisfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mótmæla harðliga ætlanunum um at bráðfeingishjálpin á sjúkrahúsinum verður spard burtur. Hetta fer at hava katastrofalar fylgjur fyri okkum norðingar og fer samstundis at máa støðið undan okkara annars vælvirkandi sjúkrahúsi.
Vit minna á, at farleiðin úr Klaksvík er ein trupulleiki fyri regluligan flutning og at tann sparing, sum kann tykjast at verða við at taka vaktarskipanina burtur, skjótt verður etin upp aftur av flutningsútreiðslum.
Tí heita vit á løgtingsins fíggjarnevnd og landsstýrismannin í heilsumálum um at játta Klaksvíkar Sjúkrahúsi tann pening, sum er neyðugur til at reka sjúkrahúsið á forsvarligan hátt.
Vinarliga,
Álitisfólkini á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi










