Mótmæli

Á nevndarfundi hjá Miðflokkinum í Vágum hin 28.2.1998 varð millum annað íløgustuðulin viðgjørdur, og varð einmælt samtykt at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, John Petersen, um at lata íløgustuðulin halda fram í eitt 3-5 ára skeið.

Eftir at hava kannað støðuna hjá trolarunum í Vágum duga vit at síggja, at um íløgustuðulin verður tikin av í einum, kemur hetta at føra við sær, at vit helst koam at missa ísfiskatrolararnar í Vágum. Hetta vil føra við sær, at stórt sæð alt fiskaarbeiði í Vágum heldur uppat.

Harafturat meta vit, at størsti vandin við at avtaka íløgustuðulin í einum kemur at hava tær vanlukkuligu avleiðingar, at vit missa allan tann nýggjara ísfiskaflotan av landinum. Soleiðis kemur uppskotið hjá landsstýrismanninum at hava júst mótsettu ávirkan enn ta, ið sagt verður.

Mett verður, at um íløgustuðulin heldur fram í eitt fimmáraskeið við eini vissari minking, meta vit, at nú oljuvinnan stendur fyri durum, kemur ein náttúrlig frágongd av fiskiskipum at verða. Helst koma nøkur skip at verða brúkt í eini møguligari oljuvinnu, sum vaktarskip ella annað.

Tí heita vit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at hugsa seg væl um, áðrenn avgerð verður tikin.


Vegna nevndina í Mið-

flokkinum í Vágum

Dánial Johansen, form.

Sonni Jacobsen

Jónhard Selfoss

Helgi Mouritsen


Avrit av hesum er sent landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, John Petersen, og Føroya Løgtingi.