Mótmældu á Vaglinum: – Nú er nóg mikið

Sí myndirnar frá stóra mótmælistiltakinum á Vaglinum her

Nógv fólk hava fyrrapartin í dag leitað sær á Vaglið at mótmæla - ung sum gomul og ein rúgva av børnum, sum ikki sleppa í barnagarð í hesum døgum orsakað av verkfallinum.

 

Tey mótmæla, tí tey krevja størri raðfesting og virðing av námsfrøðiliga økinum frá politiska myndugleikanum. Nú hevur pedagogfelagið verið í verkfalli í fleiri dagar, og hetta merkist av álvara í samfelagnum upp á fleiri mátar.

 

Á mótmælistiltakinum í dag varð sagt, at hetta ikki bara snúði seg um lønarhækking. Hetta stríðið hjá námsfrøðingunum, fakfeløgunum og foreldrum handlar um meira - tað handlar um virðingina av námsfrøðiliga økinum. Tí umframt eina lønarhækking vilja tey til dømis hava normeringar og betri umstøður generelt. Og mest av øllum vilja tey nú bara hava partarnar at fara í samráðingar, tí nú orka tey ikki longur - núverandi støða er bæði niðurbrótandi, óvirðilig og stressandi, halda tey.

 

Á mótmælistiltakinum vóru røður og felagssangur á skránni í góðveðrinum. Vit hava nakrar myndir frá tiltakinum her:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Fleiri myndir eru at síggja her:

 

##ms##