Mótmæla upp á tað kraftigasta

Tað er serstakliga óheppið fyri sandoyingar

Tað er serstakliga óheppið at Strandferðslan ætlar at skerja túratalið hjá Teistanum ímillum Gomlurætt og Skopun um vikiskiftini.

Tað siga teir fýra borgarstjórarnir í Sandoy, Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavík og Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík.

Bæði Brandur Sandoy og Gerhard Lognberg eru eisini tingmenn fyri ávikavist Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

 

Strandferðslan ætlar at skerja siglingina hjá Teistanum ein túr leygardag og ein túr sunnudag fyri at kunna halda krøvini um hvílitíðir til manningina.

 

Í hesum sambandi er eisini upplýst,at kommununar í Sandoynni eru hoyrdar í sambandi við nýggju ferðaætlanina hjá  Teistanum.

 

Men tað avsanna borgarstjórarnar.

- Kommununar hava onki hoyringsskriv fingið, og hava tí ikki havt møguleika at ávirka tilgongdina, siga borgarstjórarnar.

 

Teir halda, at tað er serstakliga óheppið at Strandferðslan ætlar at skerja túratalið og sostatt at  lækka tænastustøðið á Sandoyarleiðini.

Í opnum brævi í morgum mótmæla teir eisini ætlanini.

- Ætlanirnar hjá Strandferðsluni eru í andsøgn við tænastustigið á øðrum leiðum sum knýta oyggjar saman, har tænastan batnar og prísirnir lækka.

 

Borgarstjórarnir mæla tí Strandferðsluni til at broyta ætlanina, sum serliga kemur illa við hjá teimum í oynni sum íðka ítrótt, siga teir

-  Borgarstjórarnir vilja uppá tað kraftigasta átala at broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini, uttan at kommununar verða hoyrdar, leggja teir afturat.