Brúkara- og avvarandiráðið hjá teimum 18 fólkunum, sum búgva á Eirargarði, fingu í síðstu viku kunning um ætlanirnar at umvæla ongirnar Eirargarður 14/16. Og tey eru sera ónøgd.
Javni hevur heldur ikki verið við í gongdini, og tey kenna einki til málið, fyrr enn tey fingu ætlanina frá MBF til hoyringar.
– Seinastu árini er bygd fleiri sambýli og búfelagsskapir í Klaksvík og Runavík – men einki í Suðurstreymi síðan 1980, hóast tað er her, tørvurin er størstur, sigur Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna.
– Javni gleðist um, at tað endiliga eftir 40 ár er ætlanin at gera nakað við syndarligu bústaðarstøðuna hjá fólki í Suðurstreymoy, ið hava menningartarn/fjølbrek. Men vit mótmæla harðliga, at Eirargarður skal umbyggjast til bústaðir, tí úrslitið blívur ongantíð í nánd av at verða nøktandi bústaður fyri nakran. Hvørki fyribils, ella permanent.
Soleiðis sigur Javni í hoyringsskrivi til Almannaráðið í sambandi við ætlanarnir um at umvæla ognina Eirargarður 14/16.
Javni setur eisini spurnartekin við, hvat tað eru fyri virðir, ið Almannaverkið arbeiðir út frá, tá tey koma til ta niðurstøðu, at tað er í lagið at samla fólk við breki í øllum aldri í eina ótíðarhóskandi ghetto, sum bert hevur sjúkrahús-, fyrisitingar-, og betongbygningar sum grannar.
– Vit seta eisini stórt spurnartekin við, hvussu tað ber til, at Almannaverkið heldur seg kunna seta so nógv lægri krøv fyri bústaðarkarmarnar í Suðurstreymi enn teir í Runavík/Klaksvík.
– Hesir karmar taka ikki atlit til persónliga integritetin hjá tí einstaka menniskjanum, ið ber brek, og ætlanirnar við Eirargarði eru langt frá politisku visiónini og í andsøgn bæði við ST-sáttmálan og Bústaðarpolitikk landsins. Harafturat hevur ST-nevndin mælt til, at Føroyar tekur stig til at lata teir stovnslíknandi bústaðirnar, ið eru, aftur, sigur felagið.
Javni vísir á, at um heimild verður givin til at fara víðari við ætlanunum, undirgrevur tað álitið á politiskar ætlanir.
– Javni mótmælir harðliga, at Eirargarður verður umvældur við tí ætlan at gera ein ‘one fits all – brekstovn’. Heldur mæla vit til, at tær 25,5 milliónir krónurar verða brúktar sum ein liður í at flyta fólk út av Eirargarði og inn í tíðarhóskandi bústaðir, sum eru staðsettir í bústaðarøkjum í Suðurstreymi, sigur felagið Javni í hoyringsskrivinum til Almannaráðið.











