Í gjár gingu eini 10.000 fólk mótmælisgongu ímóti hópferðavinnu á væl umtóktu feriuoynni Mallorca. Tey mótmælu umfatandi ferðavinnuni á Balearioyggjum, sum Mallorca, Menorca og Ibiza eru partur av. Eisini nógvir føroyingar ferðast til hesar oyggjar.
Nógv fólk í gonguni, sum var í Palma de Mallorca, bóru skelti av ymsum slagi. Onkur við áskriftini "Mallorca er ikki til sølu".
– Vit vilja hava myndugleikarnar at forða fyri, at fólk, sum ikki hava búð her í meira enn fimm ár, keypa ognir, og meira eftirlit skal verða gistingarmøguleikunum, sigur Carme Reines, sum er ein av fyriskiparunum av mótmælunum, sambært Ritzau.
Sambært lokalum ognarmeklarum verður meira enn helvtin av leigubústaðunum á Mallorca brúkt til ferðafólk, og nógv av teimum lokalu hava ikki ráð at leiga bústað.
– Vit ynskja minni og meira burðardygga ferðavinnu, sigur Javier Carbonell, ognarmeklari, sambært Ritzau.
Katalonia er best umtókta ferðamál í Spania. Tey hava umleið 18 milliónir vitjandi um árið. Síðani koma Balearioyggjar, sum hava góðar 14 milliónir vitjandi um árið. Eftir tað koma Kanariuoyggjar.
Eisini í Barcelona og á Kanariuoyggjum hava lokalfólk í vár mótmælt ferðavinnu.
Ferðavinna stendur fyri umleið 45 prosentum av samlaða búskapinum á Balearioyggjum.











