Viðmerkingar frá M.Ú, til ætlan fiskimálaráðsins at broyta hjáveiðuprosent av toski & hýsu – í kunngerðini, um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar.
Og viðmerkingar og mótmæli, til at broyta kassa ”D” í § 9a, í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Royndartroling á innaru landleiðini, var farið undir, seinnapartin í sekstiárunum.
Stutt eftir at fiskimarkið var flutt út á 12 fj.
Argumentið fyri hesum var – At mett var , at tað vóru óhugnaliga stórar nøgdir av flatfiski – íð húkurin ongan møguleika hevði at veiða.
Hjáveiðuna av rundum fiski, tosaði ongin um.Var á flestu økjum lítil (atypiskt kanska økið vestan fyri Suðuroynna).
Sum árini gingu, minkaðu flatfiskanøgdirnar. So var farið undir, at seta hámark á rund fiska
nøgdirnar. Síðani hevur verið stórur trupulleiki, at hildið nøgdirnar av rundum fiski, niðanfyri ásettu minstumørkini.
Royndir hava verið fleiri ”hundakunstir” - meskavíddir,flatfiskatrol, rist o.a.
Trupulleikin er – at av tí, íð er at fáa – er tað mesta rundur fiskur.
Nú verður skotið upp, at broyta hjáveiðu %, av toski & hýsu frá 35 upp til 50 %.
Grundgevingin er, at vandin fyri at toskur & hýsa verða tveitt út aftur - gerst minni.
Vit skulu minnast til – at loyvini útskrivað eru, eita: Trolveiða eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar.
At royna at legalisera 15 % av rundum fiski afturat. So hesir bátar koma at fiska, samla um 70-80 % av rundum fiski + tað mynduleikin roknar við, verður útblakað.
Loysir ikki trupulleikan.
Eisin eitt sindur løgið, at mynduleikin friðar stór økir, inni við land, fyri húk, fyri at verja toskin & hýsuna. Samstundis sum vælsignað verður – at trolbátarnir økja hesar nøgdir,og lata teir teir trola í økjum , íð annars eru totalfriðað (sbr.kunngerðina hjá Dahl). Samstundis verður viðurkent, at partur av hesin fiski verður útblakaður.
Nei flatfiskafiskaríðið, má takast upp til nýggja viðgerð.
Vit hava gnaddað á somu økjum, í yvir 40 ár.
Mugu finna útav, um nakar flatfiskur er. Og so fiska hann - har hann er.
Búskaparliga er neyvan rætt, at økja um toska & hýsuveiðuna, á henda hátt??
So til kassa ”D”.
Flestu minnast ”hundaslagsmálið”, at fáa kassarnar, inn í §9, í lógina um vinnuligan fiskiskap. Har vóru stórir ”kamelar” slúktir.
Nú, at koma við uppskoti. At hølva einar 100 kvadrat fj. Av einum kassa, og taka hann frá einum veiðihátti (húkinum) og geva øðrum veiðihátti (trolinum) hann, sýnist sera løgið. Hvat við øllum hinum køssunum?? Eru ikki nógv ynskir um at broyta teir??
Tí mótmæla vit harðliga, at bert ein kassi verður broyttur.
Skal broytast: Takið so allar kassarnar upp til viðgerðar.
Og vísi so í verki – At tit eru førir fyri – At finna ein nýggjan ”konsensus”, ið er til gagn fyri allar partar.
Meginfelag Útróðrarmanna,
Absalon í Buð, formaður