Tað kom fram í rættinum í gjár, at fyrrverandi kona Pidda var vorðin upp á vegin við nýggja unnusta sínum, og tí vildu tey bæði fegin flyta saman at búgva.
Kriminalpolitiið hevði funnið ymisk skjal á telduni hjá ákærda, sum bar brá av leigusáttmála. Eisini funnu teknikarar hjá politinum tvey nærum eins skjøl, har umrøtt var, at Dánial Petur Hansen skuldi flyta úr húsunum og ikki nærkast teimum aftur minni enn 500 metrar.
Øll trý skjølini vóru umsett í Google Translate, og øll trý skjølini høvdu sama kroatiska orðið, ið var skeivt stava. Orðið, ið talan er um, merkir »bera út« ella »bera inn« í eini hús.
Ákærdi maðurin segði seg einki kenna til hesi skjøl, hóast tey lógu á hansara egnu teldu. Somuleiðis segði hann, at hóast hann visti, hvat Google Translate er, hevði hann ongantíð nýtt tað.
Men tá ákærin vísti á, at teldufrøðingar hjá politinum høvdu funnið 25 nýtslur av Google Translate á telduni hjá ákærda seinastu tveir mánaðirnar, áðrenn hann var handtikin, greiddi hann frá, at hann stundum nýtti hetta hjálpitól at umseta einstøk orð.
Upp á vegin
Ákærdi greiddi frá, at hann einaferð fyrst í oktober í fjør fekk at vita frá fyrrverandi konu Pidda, at hon var upp á vegin, og at tey bæði tí skuldu hava eitt barn saman.
Ákæruvaldið vísti tó við sterkum ábendingum á, at hesin upplýsingum allarhelst er givin ákærda væl fyrri.
sms-boð, send teirra millum, vísa, at tónalagið í hansara sms’um til hennara broyttu tónalag. 22. september hevur hann sent henni sms, har hann fleiri ferðir sigur, hvussu góður hann er við hana. Men í einum sms’i 25. september er tónalagið broytt, og nú kallar hann hana fyri mamma. Og tað er prógv fyri, heldur ákæruvaldið, at ákærdi einaferð millum 22. og 25. september hevur fingið at vita, at hann skal vera pápi.
Hetta ger so alt, at tey bæði fara at sóknast eftir einum staði, har tey kunnu búgva saman.
Og tað sær út til, at tað skal eydnast teimum, tí onkusvegna frætta tey um eini hús á Mýravegi, sum møguliga verða sett til sølu. Ákærdi setir seg í samband við avvarðandi av húsunum og fær at vita, at tey møguliga verða sett til sølu eftir nýggjár, og annars at fylgja við á heimasíðum og í bløðunum.
Men hetta eru sjálvandi ikki so góð tíðindi, og tí verður ein annar møguleiki vendir.
Keypa á Gerðisvegi
Tað kom fram í rættinum, at Piddi hevði bjóðað fyrrverandi konuni at keypa hana út soleiðis, at hann einsamallur skuldi eiga húsini á Gerðisvegi 34.
Tilboðið ljóðaði upp á, at Piddi skuldi gjalda konuni 115.000 krónur, sum var metta frívirðið í húsunum. Hesum tók konan tó ikki av.
Seinni, tá tað stóð greitt, at keypið á Mýravegi neyvan bleiv til nakað, bjóðaði fyrrverandi konan Pidda júst sama tilboð, sum Piddi hevði bjóðað henni. Hetta er 11. oktober, og 29. oktober tosa Piddi og sakførari hansara saman um hetta.
2. november rykkir sakførarin Pidda eftir einum svari. Hetta er dagin fyri, at Piddi etur nátturða saman við einum vinmanni.
Fríggjanáttina 4. november veit politiið við vissu, at Piddi tosar við ein vinmann. Samtalan byrjar klokkan 03.12 og endar 03.31, og tí kann sigast við vissu, at Piddi tá var á lívi.
Klokkan 03.56 svarar ákærdi einum Facebook boðum frá unnustuni, og teoriin hjá ákæruvaldinum er tí hon, at einaferð eftir 03.56 er ákærdi farin við Skodabilinum til Gerðisveg, hevur dripið Pidda, og so eftir øllum at døma koyrt hann til Norðoyatunnilin, har hann hevur »goymt« hann í næsta stóra víkiplássinum Leirvíksmegin frá.
Við Pidda beindan av vegnum – er teoriin hjá ákæruvaldinum, at ákærdi hugsar – er leiðin opin hjá teimum báðum at flyta inn á Gerðisvegi 34.
Tað vóru húsini á Gerðisvegi, sum enn stóðu í navninum hjá fyrrverandi konuni hjá Pidda, sum sambært ákæruvaldinum er motivið fyri drápinum
Mynd: Vilmund Jacobsen