Blóðtrýstið lækkar og kvinnurnar taptu 2,3 kg av feitti í miðal. Hetta eru høvuðsúrskurðurin í eini stórari vísindaligari kanning, ið Magni Mohr hevur staðið fyri. “Vit síggja her imponerandi lækking i blóðtrýsti og broyting i kropssamanseting, men vit síggja eisini fall i kolesteroltali og stóra framgongd i kropsligum arbeiðsførleika aftaná 15 vikur við fótbóltsvenjing. Kvinnurnar renna t.d. dupult so langt í einari rennitest,og pulsurin var 14 sløg um minuttin lægri undir arbeiði við hóvligum intensiteti.”
Í dag almannakunnger viðurkenda vísindaliga tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine & Science in Sports eina grein um motiónsfótbólt fyri vaksnar kvinnur. Kanning vísir stóra framgongd i kropsligum førleika og heilsustøðu hjá 35-50 ára gomlum ótrenaðum kvinnum við miðalhøgum blóðtrýsti aftan á 3 ferð 1 tíma av fótbóltsvenjing í 15 vikur. Líknandi úrslit eru eisini galdandi fyri 20-45 ára gamlar kvinnur við vanligum blóðtrýsti, stendur at lesa á gransking.fo.
Magni Mohr hevur verið verkætlanarleiðari fyri granskingarverkætlanini. Hann sigur, at fótbóltur hevur víst seg at vera meiri effektivt enn svimjing í hesum sambandi. “Fótbóltsvenjingin vísti eina imponerandi lækking í blóðtrýsti, sum m.a. er dupult so stórt, sum hjá kvinnum, ið vandu svimjing í sama tíðarskeiði”.
Greinin kann lesast her.










