Kolibri Fa., sum hevur til endamáls at skipa fyri ymiskum tiltøkum, er reist á føtur hin 1. august í ár, men kvinnan aftan fyri fyritøkuna, Hanna Nattestad, sum býr í Miðvági, er roynd í leikum at fyriskipa.
Fyrsta tiltakið, sum Kolibri skipaði fyri, var eitt kvinnukvøld á 62 N Airport Hotel hin 25. september, har Siri Eysturoy greiddi frá um undirklæði. Sambært Honnu Nattestad var hetta eitt væleydnað kvøld.
Kolibri skipar nú leygarkvøldið fyri sínum næsta tiltaki, sum er mótasýning og konsert í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Hetta tiltak byrjar klokkan 19.30.
Hanna Nattestad sigur, at fýra handlar í Vágum fara at sýna fram mótaklæði, frítíðarklæði og skógvar, og haraftrat verða eisini tríggjar háfríðkanarstovur við á tiltakinum.
- Tá ruddað er av fyri mótasýningini, verður konsert við Tórfríð og Holgari, og tá tey eru liðug við sína framførslu, fer Blátt Gras á pallin.
Á tiltakinum fer Nest fer at selja pitabreyð og drykkjuvørur, og 62 N Airport Hotel fer at selja lagkøku, te og kaffi.
Tað er blómuhandilin Orkis á Glyvrum, sum pyntar hølini í Ítróttarhøllini á Giljanesi til høvið.