Leikluturin hjá Víkingi í europeisku kappingini er av á hesum sinni. Í kvøld tapti Víkingur 2-0 á útivølli ímóti Dunajská Streda úr Slovakia.
Tað vóru 29 hitastig á DAC Arena, og hetta var vorðin sum avbjóðing hjá Víkingi. Heimaliðið legði seg á odda í 26. minutti, og átta minuttir seinni var 2-0, og so var samantalda heimaleiðslan 4-0 og alt avgjørt. Tað sást eisini í seinna hálvleiki, tá ið heimaliðið beinanvegin gjørdi tvær skiftingar og fleiri, sum hálvleikurin leið.
Víkingarnir vístu góðan hugburð, og teir løgdu nógv fyri í royndini at skora mál. Fleiri ferðir royndu teir ímóti heimamálinum, og í fleiri førum høvdu teir nógv fólk í brotsteiginum.
Tá ið liðini fyri einari viku síðani hittust í Føroyum, iðraðu víkingarnir seg um, at tað endaði við 2-0 tapi, hóast leikliga býtið og býtið í málmøguleikum ikki var so ójavnt. Tá var tað eftir tvey innlegg úr høgru og ikki serliga sannførandi verjuspæl, at gestirnir skoraðu.
Í kvøld var talan um tvey mál, sum vórðu skorað við langskotum. Í báðum førum var tað við skotum av brotsteigarmarkinum ella har á leið. Í fyrra førinum streyk bólturin eftir vøllinum, og kanska tók hann í ein av verjuspælarunum og snýtti Bárð á Reynatrøð, sum tveitti seg til høgru og fekk hondini á, men ikki nóg mikið at verja fyri 1-0 málinum.
Og í seinna førinum var tað eftir eitt tvey samanspæl eitt lítið vet til høgru. Bólturin varð sendur høgt ímóti málinum, og málverjin fekk hondina á bóltin, men ikki nóg mikið fyri at stýra hann út um stólpan.
Nú rigga víkingarnir til at ferðast heimaftur. Setningurin er nú at vinna nýggj atgongumerki til europeiska kapping næsta summar. Tað hava teir møguleikar at gera í kappingini um løgmanssteypið og í landskappingini, har skráin sigur, at næsta uppgávan verður sunnudagin ímóti HB á útivølli.
-
Dunajská Streda – Víkingur 2-0 (2-0)
1-0: Nikola Kstovic 26.
2-0: Dominik Veselovsky 34.
Dunajská Streda samantaldur vinnari við 4-0
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen (Signar á Brúnni, 75.), Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen (Ingi Jonhardsson, 75.) – Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Túri (Finnur Justinussen, 76.), Noah Mnenéy (Jákup Johansen, 76.), Ari Olsen – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen (Martin Klein Joensen, 75.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Olaf Bárðarson
Gult kort: Atli Gregersen, Bárður J. Hansen, Bergur Gregersen
Venjari: Rasmus Nolsøe











