Mótbrekkan er stór í Eysturríki

EM hondbóltur: Føroysku menninir hava ilt við at fóta sær ímóti eysturríksku risunum

Tað verður ikki føroyska avrikið suðuri í Eysturríki í kvøld, sum fer at bera Føroyar í EM endaspælið, sum verður í Týskalandi eftir ársskiftið.

 

Tað kann væl fara at vísa seg, at onnur úrslit fara at laga seg Føroyum til fyrimunar, so luttøkan í EM endaspælinum verður tryggjað.

 

Støðan er 24 – 16, nú spælararnir eru farnir at hvíla seg.

 

Føroyski hjálparvenjarin Lars Møller ásannar, at talan als ikki hevur verið um sannførandi føroyskt avrik í fyrra hálvleiki.

 

-Tað er neyðugt við væl betri avrikið í seinna hálvleiki, enn okkara higartil hava víst. Tað vita teir sjálvandi eisini. At tað fara 24 mál ígjøgnum í 30 minuttum er alt ov nógv, sigur Lars Møller í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya.

 

Undan dagsins dystum vóru Føroyar nummar eitt í tríara roknskapinum. Í løtuni eru Føroyar á triðja plássi í tí roknskapinum.