Mótasýning, Livar Nysted og Sandoyar mannskór í Deplinum í Skálavík

Komandi leygardag verður fjølbroytt stuðulstiltak í Deplinum í Skálavík

 

Triðja árið á rað verður skipað fyri stuðulstiltakið til frama fyri felagskapin NLAI, sum virkar millum børn í Kenya. Áður er innsavnaði peningurin farin til eitt gentuheim og ein skúla, men í ár fara pengarnir til eitt dreingjaheim.

 

Nógv ymiskt er á skránni, men høvuðsnavnið er uttan iva Livar Nysted, sum fer at hava eitt innlegg um havrógving og vísa myndir frá sínum ferðum.

 

Eisini verður ein heldur annarleiðis mótasýning. Umboð fyri NLAI í Føroyum, vóru í Kenya herfyri, og keyptu tá vørur, sum genturnar á seymiskúlanum hjá NLAI hava seymað. Tað eru hesi klæðini, ið vera sýnd fram leygardagin.

 

Góður felagssangur og sangur verður eisini at hoyra, við luttøku við Olvheðini Jacobsen úr Hvannasundi, Sandoyar Mannskóri, Sámal Hanna og Gerhardi og Noomi Nielsen.

 

Annars verður lutaseðlasøla við góðum vinningum, so sum krovi, snildfon, málningum og øðrum góðum. Eisini verður søla við sjálvvirkaðum lutum úr Afrika, so sum taskur, smykkur, kjólar og annað.

 

Tiltakið verður leygardagin 13/9 kl 19.00 í Deplinum í Skálavík.