Móta- og lívsstílsstevna á Hjalla

Aftur í dag er móta- og lívsstílsstevna á Hjalla. Stevnan lat upp klokkan 10.00 í morgun og heldur áframt til klokkan 20.00 í kvøld

Móta- og lívsstílstevnan á Hjalla í Havn fór av bakkastokki í gjár. Í morgun klokkan 10.00 lat stevnan upp á øðrum sinni, og hevur hon nógv ymiskt at bjóða í dag. 

 

Millum annað trýnir Signar í Homrun á pall klokkan 15.00, mótasýning verður klokkan 16.00 og ølsmakking frá OKKARA verður klokkan 18.00. Stevnan letur aftur klokkan 20.00, men heldur áfram í morgin klokkan 10.00. Millum tiltøkini ber til at vitja teir 25 handlarnar, sum sýna ymiskt fram á stevnuni. 

 

Sambært facebook-síðuni hjá stevnuni kostar eitt vikuskiftispass 100 krónur.