Komandi vikuskifti fáa onnur enn norðingar møguleikan at síggja vælumtókta skemtileikin, Mostir Charley, tí tá fer Klaksvíkar Sjónleikarafelag at ferðast við leikinum.
Mostir Charley hevur verið sýndur í Klaksvík 19 ferðir og hevur leikurin verið sera væl vitjaður, umleið 1500 fólk hava verið í Atlantis og flent at mostrini. Ummælini hava verið góð, og fólk hava verið væl nøgd.
Nú vera tað fólk í Sundalagnum og í Eysturoynni, sum fáa møguleikan at síggja mostrina, tí fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verður Mostir Charley í Eydnuni á Oyrarbakka.
Annað vikuskifti verða tað so fólk í høvuðsstaðnum og har um vegir, ið fáa møguleikan, tí tá verður leikurin framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Í stuttum snýr leikurin seg um korini hjá ungari ást í einum strongum moralskum umhvørvi. Hvørji eru ráðini til at taka, tá ið tað ikki sømir seg ungum studentum at fara á fund við ungar gentur, uttan at eitt vaksið konufólk er hjá. So nú eru góð ráð dýr, meiri skal ikki avdúkast her.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at klaksvíkingar framføra henda vælumtókta leik, ið Brandon Thomas skrivaði í 1892 og verður mettur, sum ein hin besti skemtileikur í heiminum. Hinar framførslurnar vóru ávíkavist í 1913 og í 1957.
Við í Mostrini eru 11 leikarar, leikstjórnað hevur Jákup Veyhe og Andrias Justesen hevur týtt leikin.