Moskva setir met í koronu-deyðsføllum

Talið av nýggjum koronu-smittaðum í Russlandi seinasta samdøgur var 20.538.

 

 

Í dag hevur Moskva skrásett 144 koronu-deyðsføll í býnum seinastu 24 tímarnar, og hetta er størsta tal av deyðum, sum er skrásett í einum russiskum býi í eitt samdøgur, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Næst størsta tal av deyðsføllum, sum er skrásett í einum russiskum býi í eitt samdøgur, var í gjár, tá tilsamans 104 fólk doyðu av - ella við - koronu í St. Petersburg, har EM-dystir verða leiktir við nógvum áskoðarum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at nógvir finskir fótbóltsfjepparar vórðu smittaðir við koronu, tá teir hugdu eftir dystinum, tá Finnland leikti ímóti Belgia. Í Finnlandi stúra tey nú fyri einari fjórðu smittubylgju.

 

Seinastu vikurnar hevur koronu-smitta gjørt alt meira um seg í Russlandi, og tað er serliga Delta-frábrigdið, sum spjaðir seg í landinum.

 

Seinasta samdøgur skrásettu russiskir myndugleikar tilsamans 599 koronu-deyðsføll. Higartil hava 133.282 russar latið lív, síðan farsóttin tók seg upp. 

 

NTB veit at siga, at talið av nýggjum koronu-smittaðum í Russlandi seinasta samdøgur var 20.538.