Talan er um fyrstu av trimum World Cup-stevnum, sum Pál tekur lut í í november mánaði, og milum mótstøðumenninir eru fleiri av heimsins bestu langteinarum. Stevnurnar eru samstundis liður í fyrireikingunum til evropameistarastevnuna á stuttbana, sum verður í Istanbul í desember mánaði.
Kappast verður í stásiligu ?Olimpiyskiy? svimjihøllini í Moskva, sum varð bygd til Olympisku Leikirnar í 1980. Høllin hevur pláss fyri upp til 7.500 áskoðarum runt 50 metra langa og 25 metra breiða kappingarhylin - umframt 4.500 áskoðarum runt kavingarhylin. World Cup verður altíð svomið á stuttgeil, tað vil siga í 25 metra hyli, og 50 metra kappingarhylurin verður tí onkunsvegna styttur til 25 metrar, ella umskipaður til at svomið verður uppá tvørs av vanligu geilunum.
Pál fer á øllum trimum World Cup stevnum at luttaka í 400 og 1500 frí, har møguleikarnir hjá honum til heiðursmerki eru serliga góðir í 1500 frí. Í Moskva hevur hann fimtbestu tíð í 400 frí, minni enn 3 sekund aftanfyri Nikita Lobintsev úr Russlandi og Mads Glæsner úr Danmark. Í 1500 frí er Pál styrkismettur sum nummar 2 aftanfyri russiska Vitaly Romanovich, ið vann silvur á EM í Rijeka í desember 2008, og frammanfyri danska Mads Glæsner.
Altjóða svimjisambandið FINA skipar fyri bæði sjónvarpi og ?live timing? á internetinum, og sum vant ber eisini til at fylgja hesum á www.svimjing.com.









