Moskusneyt ein gáta í lívfrøðini

Moskusneytini í landnyrðingspartinum av Grønlandi er ein stórur pelsutur og arktiskur yvirlivari, sum fyri granskarar eisini er ein gáta.

Móti øllum útlitum megnaði ein lítil bólkur av moskusneytum fyri umleið 2000 árum síðan at ganga harðbalnu leiðina til landnyrðingspartin av Grønlandi. At hesi moskusneyt hava hildið saman í so mong ár – og í einum so lítlum bólki - ger, at hetta eisini er ein rættiliga lítil ílegu-bólkur.

 

Tískil hevði eisini verið væntandi, at hesi kríatúr í dag stríddust við sjúkur av ymiskum slag. Men, tað gera tey ikki, og tað er ikki minst hetta, sum undrar granskarar á Keypmannahavnar Universiteti, Århuus Universiteti og Djóragarðinum (Zoologiska Hava) í Keypmannahavn.

 

Dna-greining vísir, hvussu hesin arktiski yvirlivarin í einum ógvuliga harðbalnum umhvørvi megnaði hesa slítandi ferð upp til landnyrðingspartin av Grønlandi.

 

- At síggja til hevur bólkurin av moskusneytum slett ikki funnið út av, at trupulleikar áttu at verið við vantandi ymiskleika í ílegunum, sigur granskarin, Niels Martin Schmidt, sum starvast á Århuus Universiteti.

 

Á ferðini í Grønlandi gjørdist ymiskleikin í ílegunum minni og minni, og tí átti hetta í dag at verið ein trupulleiki. Men, tað er nógv, sum bendir á, at stovnurin av moskusneytum í landnyrðingspartinum av Grønlandi er í heilsuliga góðum standi og er burðardyggur.

 

Men, gátan um moskusneytini steðgar ikki her. Granskarar vilja nú eisini kanna niður í smálutir arvaeginleikarnar hjá moskusneytunum, og tey vóna, at neytini kunnu verða við til at gera mannaættina klókari.

 

- Vit vóna, at framhaldandi gransking kann fortelja okkum, hvussu djórasløg í síni heild kunnu yvirliva og enntá trívast, hóast kríatúrini hava verið gjøgnum viðgongdar umstøður, sigur kanningarleiðarin, Rasmus Heller, sum starvast hjá Biologisk Institut. Hann heldur, at moskusneytini eru ein stór gáta í lívfrøðini.