Tann erkvisni æstetikarin Jóhann Mortensen hevur víst óvanliga stálsettan áhuga fyri kirkjumálum í longri tíð og hvassliga mótmælt, at eitt tempul verður bygt framvið eini á, har Jóhann spákar einar tvær ferðir um árið.
Templið verður valla serliga nógv vitjað, akkurát av Jóhann, so hví skal tað taka útsýnið frá honum?
Hvørki kirkju- ella býráð hava spurt mikrofoneigaran í Kaldbak um, hvar ið HANN vil byggja templið. Tey vistu slett ikki, at tann sjáldsami tempulgesturin hevði vetorætt í kirkjumálum.
Meðan smámál sum Barentshavið, Arktis, Ukraina, senil-Biden, ørvitis-Trumpur og Suðuroyar-dialysa verða niðurprioriterað, setir Mortensen við síni drepandi linsu focus á eitt virkuligt meginmál á Argjum.
Okkara nýútnevndi kongur átti tí at útnevnt sín fyrsta føroyska riddara í summar. Har verður bara EIN kandidatur. Fredrik Tíggjundi má sláa Johann Mortensen til Føroya allarfyrsta og fremsta TEMPULRIDDARA. So hevur KROSSFERÐIN um Templið á Argjum loyst seg.