Mortensenættin á Argjum er væl umboðað í kirkjugarðinum

Tað hava verið nógvar stórar ættir í Havn, sum tað eisini sæst aftur í gamla kirkjugarði. Ein av teimum heilt stóru ættunum eru eftirkomarar hjá Elspu og Andrass á Argjum

Tað var í februar 1829, at Elspa og Andrass Mort­ans­son tóku land á Argjum og bygdu har. Hann var úr Hvalba, og hon var úr Kollafirði.
Hetta er ein alment kend søga, sum millum annað er lýst í bókini hjá Niels J Arge um Argjamenn.
Børn teirra vóru:
Mortan Andrasson (1816-1882). Hansara ætt fekk navn­ið Mortensen, og gjørdist hon sera stór. Tað eru sjey sjón­ligar gravsteinar í gamla kirkju­garði hjá teimum. Tey sum »eiga« hesar steinar og teirra ætt verða um­rødd í hesi og tveimum fylgj­andi pørtum í hesi røð.
Dánjal Andrasson (1818-1891). Hansara børn fingu eftirnavnið Danielsen. Tey eru eisini umboðað í kirkju­garð­inum. Henda ættin verð­ur umrødd seinni í hesi røð.
Jákup Zakarias Andras­son (1819-1868.) Var ógiftur. Hann gjørdist krypil, men gjørdist sera kringur at smíða knívar.
Anna Andrassdóttir (1821-1895). Varð gift við Poul í Geil. Fleiri av hennara eftir­­komarar eru umrøddir í hesi røð, sum Djóni í Geil og hans­ara synir Poul, Kristin og Petur Alberg, sum komandi mikudag »fyllir« 125 ár.
Eisini Elspa Sloan, systir Djóna, og Anna Petersen, dóttir Isalinu, eisini ein systir gift við gamla Knút skómakaran, hava gravstein, og tær eru fyrr umrøddar.
Niels Lassen Arge (1823-1900.) Hann var ættarfaðir til øll tey sum eita Arge, og tey eru mong á tali. Tey eiga nógvar gravsteinar í kirkjugarðinum, og tey eru eisini umrødd í hesi røð.
Billa Andrassdóttir (1825-1899), giftist á Sandi
Lisa Andrassdóttir (1830-1892), giftist inn á Nes í Eysturoynni.
Niklas Andrasson f. 1835, búði niðri.

Erindringer fra et langt liv
Tað er merkiliga lítið, sum er skrivað um ættargreinina hjá Mortani, hóast ættin er blivin sera stór. Men her verður so tikið tað, sum er funnið í ymiskum keldum.
Jacob Andreas Arge, Jamp­an. var hin fyrsti, sum í dópi­n­um fekk ættarnavnið Arge.
Í minnisgrein um ættina nevnir J.A. Arge nøkur ættar­bregi, sum sipast til Hólalags­slektina í Hvalba.
Hann hevur eisini tríggjar pápabeiggjar sínar á orði. Ein teirra er Mortan. Vit loyva okkum at endurgeva brot úr hesum lýsingum hansara.. Um ættarfólkið í Hvalba skrivar hann m.a., at teir í
» – Længst svundne Tider skal være Efterkommere af Franskmænd og Irer.
Der er mange ting, som kende­tegner dette. De af Mænd­­ene, som ikke var kæmpe­­store, var firsk­aarne, tæt­­bygg­ede, med kulsort Haar og gennem­gaaende kraft­­­ige; mange iltre af Sind, op­­find­­­somme til nyttigt Arbejde baade paa Land og Hav og har altid ydet deres bedste til Fremme for Øerne.
Slægten var stærkt præg­et af Udlængsel til fremmede Lande, og mange af dem reiste bort og kom tilbage berigede af Kundskab i forskellige Retninger, hvilket var til stor Gavn for Øerne.....«

Mortan
»Min Farbroder Morten var kæmpestor og stærk med kulsort Haar. Han var en meget dygtig Haandværker, Smed, Hus- og Baadebygger. Han var Formand sammen med Snedker Sivertsen ved Opførelsen af den nuverende Thorshavns Kirke.«
Mortan Andrasson var føddur í Kollafirði tann 8. juli 1816. Hann stendur fyri at hava verið timburmaður, og hann doyði á Argjum 30. januar 1882, og hann varð jarðaður 2. februar.
Mortan var giftur heilar tríggjar ferðir. Tann 21.10 1841 giftist hann í Havnar Kirkju við Elsebeth Joensdottir, fødd 15.6 1815 í Havn.
Hon doyði longu 2.3. 1845, bert 29 ára gomul.
Mortan giftist aftur við Johanna Elisabeth f. 15.8 1815 í Havn. Hon doyði 20.8 1886 á Argjum. Hann giftist so aftur við Elsebeth Cathrina Lindenskov f. 7.9. 1822 í Havn. Hon doyði 31.1 1912 í Havn.
Tað er eitt av hansara børnum, sum hevur gravstein í gamla kirkjugarði, og tað er Andreas (1844-1890). Henda umrøðan verður um hann og hansara.

Óli Mortensen virkin í fráhaldsrørsluni
Ein sonur Mortan var Ole Mortensen (1850-1920), sum ikki tykist sjálvur at hava havt gravstein. Hann var timbur­maður og annars álitis­maður á ymiskum økjum.
Um Óla skrivaði Andrass Samuelsen, seinni løgmaður, í minningarorðum:
Jeg har kendt Ole Morten­­sen i over et kvart Aar­hundr­­ede. Som ungt Menn­eske lærte jeg ham at kende i Thors­havns Afholds­­for­ening. Alle havde vi i Afholds­foreningen den største Respekt for Manden. Han var alvorlig og elsk­værdig mod os yngre, der slutt­ede os til den Forening, han havde været med til at bygge og som støttede den Sag, der stod hans Hjerte nær – Afholdssagen. Han var faamælt, men ingen var nogensinde i Tvivl om hans Stilling til de forskellige Spørgsmaal, der opstod i Afholdsforeningen. Han var en af Afholdssagens største Venner og Forkæmpere, og Afholdssagen har ved hans Død lidt et Tab af væsentlig Betydning.
Han var en trofast Afholds­mand, trofast som Ven og trofast som Menings­fælle. Han var en pryd for den færøske Haandværkerstand, arbejdsom, dygtig og flittig, som han var.
Han var en god Borger for Thorshavns By, og han var en god Færing af den gamle Skole.
Alle vi som kendte ham, vil savne ham og alle er vi enige om at holde hans Minde i Ære.

Var ein stovnari av Havnar Sjúkrakassa og býráðslimur
Ole Mortensen var eisini ein av teimum, sum í 1886 var við til at stovna Syge­kassen for Thorshavn og Omegn. Tað var Thorshavn Arbejderforening sum saman við Avhaldsfelagið, ið tók fyrsta stigið við at seta eina nevnd at fyri­reika stovnanina. Í hesi nevnd vóru umboð fyri Arbejder­foreningen og fyri Thors­havn Totalaf­holdsforening. Eitt av umboðunum hjá Avhalds­felagnum var »Tømmer­mand Ole Mortensen.«
Hann kom eisini í fyrstu nevndina saman við Djóna í Geil, Rasmus Effersøe, Jacob Lützen og H.C. Olsen. Lima­gjaldið var sett til 30 oyru um mánaðin.
Nevndarlimirnir um­boð­aðu hvørt sítt øki i býnum, har teir skuldu hava eftirlit við sjúkrmeldaðum limum. Roknast kann við, at Ole Mortensen hevur umboðað Distrikt C, sum »Vestenfor Frederiksvaag (Vágsbotn) og Arge.«
Ole sat í nevndini inntil 1897, tá ið hann bar seg undan afturvali. Tá hevði nevndin árið frammundan søkt um statsgóðkenning.
Óli Mortensen var eisini býráðslimur í Havn. Hann varð valdur í 1903 og sat til 1908. Hann var limur í bygginevndini.


Í komandi parti verður m.a. greitt frá Frants Mortensen og Laurits Debes, sum giftist inn í Mortensensenættina. Um nakar veit meira um teir gomlu Morten­senmenninar hevði tað verið gott at frætt.