Danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Morten Olsen, vil hava fleiri lið at spæla við í donsku superliguni, har 12 feløg eru umboðað í løtuni. Men hesum taka leiðarar í feløgunum ikki undir við. Millum tey, sum tala ímóti, er FCK.- Vit kunnu bara hyggja eftir stigatalvuni í dag og síggja, hvussu stórur munur er millum feløgini. Vit tosa um at sleppa út í Europa at spæla, og tí kunnu vit ikki taka fleiri lið við í superliguna, sigur Flemming Østergaard, nevndarformaður í FCK, við Onside.









