Morten Olsen umhugsar støðuna

Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen ásannar, at nógvu gitingarnar um hansara tíð á landsliðsvenjarasessinum, kunnu verða so lastandi, at hann noyðist at gevast, fyri landsliðsins besta

Hetta kemur óvart á, tí so seint sum í gjár, úttalaði hann seg um at hann ikki ætlaði at steðga í úrtíð. Hann ætlaði at virða sáttmálan, ið gongur fram til endaspælið í 2012.

Trýstið frá miðlunum kan verða ov stórt, og jú fleiri ferðir, hann verður spurdur um sína framtíð, tess størri verður trýstið.

- Um venjarin verður til eina byrðu fyri nærumhvørvið og fyri liðið sum heild, so er tað klárt, at eg ikki kann vera í arbeiðinum. Tað mugu ikki koma konstantir spurningar, um hvussu liðið skal spæla fótbólt, so verður tað til eina byrðu og ilska fyri øll, sigur Morten Olsen fyri DR Sporten.