Morten Olsen til Føroya

Danski landsliðsvenjarin í fótbólti skal í mars mánaði undirvísa venjarum, sum taka A-venjaraútbúgvingina hjá FSF

Fótbóltur

 

Á heimasíðuni hjá FSF stendur at lesa, at nýggja A-venjaraskeiðið byrjaði um vikuskiftið. Hetta er aðru ferð, at FSF hevur slíkt skeið.

Tað verður eisini avdúkað á heimasíðuni, at danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Morten Olsen, verður ein av undirvísarunum á skeiðnum. Hann skal undirvísa onkran av døgunum millum 10. og 16. mars, og evnið hjá Morten Olsen verður spælistílur.

Útbúgvingin fer annars fram í seks pørtum. Fimm ferðirnar eru venjararnir samlaðir, og har av er talan í einum føri um námsferð.

Seinasti parturin av skeiðnum er sjálv próvtøkan, og verður hendan í døgunum 2. til 9. juni í komandi ári.